Vælkomin til tilmeldingarskipanina hjá Judo Føroyar.
 
Í hesari skipanini ber til at tekna seg sum lim í øllum judofeløgunum í Føroyum. Tað verður gjørt á tann hátt, at fyrsta skal man “STOVNA VANGA” ovast til høgru. Síðani skal man fara til “LIÐTILMELDING”, har eisini ber til at gjalda limagjaldið. Gjørt verður vart við, at hendan skipanin kostar 1,3% at gjalda við, og tann upphæddin er løgd afturat limagjaldinum, tí sær limagjaldið soleiðis út.
 
Eisini ber til at tekna seg til ymisk tiltøk og kappingar. Tað verður gjørt undir “TILTAK”. Okkurt tiltak kostar, meðan onnur eru ókeypis.
 
Sum nakað nýtt ber eisini til her at keypa ymsa judoútgerð, so sum judogi, belti v.m. Hetta verður gjørt undir “HANDIL”.
 
Av tí at hendan skipanin er nýggj fyri okkum er helst okkurt, sum átti at verið betri. Tit eru væl komin at senda okkum viðmerkingar og uppskot til judo@judo.fo